Ríðiferiur eru fyri fólk, sum eru von at ríða og fólk, sum eru eitt sindur von við at ríða.
Í 2025 eru ríðiferiur hesar tíðir:
30. juni - 5. juli EINKI PLÁSS EFTIR
14. juli - 19. juli
21. juli - 26.juli
Ein dagur sær vanliga soleiðis út:
Eta morgunmat, smyrja matpakka, saðla rossini og ríða ein dagstúr í vøkru, føroysku náttúruni. Ein dagstúrur er umleið 15-20 km langur, og vit ríða í umleið 3-4 tímar. Vit eru heima aftur seint seinnapartin, og um kvøldið eta vit døgurða og fara kanska í heita pottin.
Skrá:
Legg til merkis! Broytingar kunnu koma fyri, vit tillaga okkum altíð eftir veðrinum
1. dagur: Koma, finna sengur og ross. Ein stuttan ríðitúr við frálíkum útsýni yvir Havnina.
2. dagur:: 3-4 tíma langur dagstúrur við matpakka.
3. dagur: Ríð og et. Ríðitúrur til Velbastaðar, har vit eta í “Heimablídni hjá Onnu og Óla” á Velbastað.
4. dagur: Frí frá ríðing, í staðin fara vit siglitúr undir Vestmannabjørgini.
5. dagur: 3-4 tíma langur dagstúrur við matpakka
6. dagur: Fráferð
Allar máltíðir eru íroknaðar í prísin.
Flutningur til Føroya og úr Føroyum er ikki íroknaður.
Ring ella skriva fyri at fáa nærri kunning ella fyri at bíleggja.